Posted on

Lærarar til Fuglafjarðar skúla

Hesi størv vera lýst leys til setanar:

5 føst størv fulla tíð frá 1. august.

3 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/2021.

Seinasta starvið er parttíðarstarv. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur.

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • eru fyrikomandi
  • duga at samstarva og vilja vera við til at menna skúlan
  • eru stundisligir og nærlagdir
  • hava góðar KT-førleikar

Fuglafjarðar skúli hevur tørv á lærarum, ið m.a. kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd, hava linju/serkunnleika í alis- og evnafrøði, lívfrøði, týskum og undirvísa dreingjum í ítrótti og svimjing. Harumframt tørvar okkum lærara við serlæraraútbúgving og lærara við royndum á økinum ‘føroyskt sum annað mál’.

Førleikakrøv

Útbúgving: Fólkaskúlalærari.

Tó eru lesandi, sum fáa læraraprógv í summar, eisini skikkaðir umsøkjarar.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. mai kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til [email protected].

Í Fuglafjarðar skúla eru 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 31 lærarar, 1 skrivari, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.