Vegleiðing

Hendan vegleiðing er til 9.fl. og 10.fl.

8.fl. brúkar aðra skipan, har uppgávurnar verða loystar inni á Wiseflow.

Forrit á teldunum:
Niðanfyri eru nøkur forrit, sum eru hent at hava á telduni umframt Office365.

Kagi:
Firefox. Nýggjasta slepping kann takast niður ókeypis av netinum her: https://www.mozilla.org/da/firefox/new/)

PDF-lesari:
Adobe Reader, útgáva 11.0 ella nýggjari (kann takast niður her: https://get.adobe.com/dk/reader/  )

Flash:
Adobe Flash Player, útgáva 12.0 ella nýggjari (kann takast niður her: https://get.adobe.com/flashplayer/)

Oyrnalurt
Allir próvtakarar skulu hava oyrnalurt við til skrivligu próvtøkurnar, tí tekstirnir verða lisnir upp umvegis teldu, ella tekstir kunnu á annan hátt hoyrast.

At goyma próvtøkuavrikið
Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.

At lata próvtøkuavrikið inn
Skrivligu avrikini verða innlatin ígjøgnum Wiseflow royndarskipanina.

  • Skriva við ”Times New Roman”
  • Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
  • Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
  • Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
  • Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu (lige margener)
  • Breddin skal vera 2,54 cm í høgru síðu og vinstru síðu. Høvd og fótur skulu eisini vera 2,54 cm. Hetta er standarduppseting

Vegleiðandi stílalongd:

Føroyskt og danskt:
8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:
8.fl 2100 – 2500 tekn við millumrúmum
9.fl 2500 – 3700 tekn við millumrúmum
10.fl 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

  • Loyvt er at nýta teldutøkar orðabøkur og rættstavara
  • Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt

Støddfrøði (fimisrokning og greiðslurokning)
Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Navn og flokkur hjá næminginum skal standa á øllum ørkunum, sum skulu rættast, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.

Krav til teldurnar
Mentamálaráðið fer ikki at áseta krav til teldurnar, sum skulu nýtast í próvtøkuhøpi, men ein leiðregla er, at teldan neyvan má vera eldri enn 4 ár. Teldan skal kunna brúka forritini, sum eru nevnd omanfyri.

Loyvd amboð v.m. Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.

Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Annað samskifti er ikki loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning í 9. flokki. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til at loysa av uppgávur í støddfrøði.
Brot á reglurnar førir til burturvísing frá royndini.