Reglur

Reglur til skrivliga roynd

  • Næmingar skulu møta 15 min., áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum
  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni meðan royndin fer fram
  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod og líknandi við til roynd
  • Eftirlitsfólk skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi
  • Næmingar skulu hava egna teldu og oyramikrofonir við
  • Telda og annað próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug
  • Dagførd útgáva av forritinum Acrobat Reader skal liggja á telduni. Forritið kann heintast ókeypis á http://get.adobe.com/reader/.
  • Síðuhøvd til framseting og fyrisøgn liggur inni á ffs.fo.
  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir, eftir at lærari/vakt hevur givið loyvi til tess
  • Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Gøtu, Leirvík og av Kambsdali bíða í ávísari skúlastovu, til bussurin koyrir
  • Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta