Fimleikarhøllin

Leiga av fimleikahøll

Fimleikarhøllin er ein partur av Fuglafjarðar skúla. Eftir skúlatíð verður høllin tó nýtt sum almenn. Á hvørjum ári, áðrenn skúlin fer í summarfrí, verður høllin lýst leys, og Mentamálanevnd Fuglafjarðar býráðs viðger síðan innkomnar umsóknir.

Fyri at tryggja, at fimleikarhøllin altíð er ruddilig og snotilig at koma inn í, eru reglur at ganga eftir hjá teimum, ið nýta høllina. Fyrispurningar um reglur og nær høllin er upptikin eftir skúlatíð, skal beinast til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, tel. 668000.