Posted on

Kunning um vallærugreinar 2020 2021

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi í 7.fl.!

Orsaka av Koronasmittuni og fyribyrgjandi átøkunum hesum viðvíkjandi, er ikki møguligt at skipa fyri einum kunnandi fundi um vallærugreinarnar í 8. flokki skúlaárið 2020/2021, sum Fuglafjarðar skúli vanliga bjóðar næmingunum, foreldrum og avvarðandi.  Hetta hevur við sær, at valið verður gjørt talgilt.

Við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri, fáa tit kunning um Fuglafjarðar skúla, hvørji krøv eru til at søkja inn á miðnámsskúlarnar og frágreiðing um vallærugreinarnar.

Tá ið tit eru vís í tykkarar lærugreinavali, vinaliga fyllið talgilta umsóknarblaðið út og latið tað inn. Kunning, um hvussu umsóknarblaðið skal fyllast út, sæst her

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við skúlastjóran, Ólavur Thomsen, tlf. 743082 ella lestrarvegleiðaran, Magda Magnusdóttir, tlf. 238065, um tit hava spurningar.

Vinaliga

Ólavur Thomsen, skúlastjóri

Fuglafjarðar skúla