Posted on

Junidagar 2018

Frá mánadegnum 18. juni til fríggjadagin 22. juni eru skúladagarnir broyttir. Allir dagar byrja sum vanligt kl. 8:oo og enda kl. 12:35. Nærri kunning sæst á heimasetninginum hjá einstøku flokkunum.

Mánadagin 25. juni er síðsti skúladagur. Næmingarnir frá 1. – 9. flokk møta kl. 8:00, og dagurin endar kl. 11:30, tá bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum. Næmingarnir í 9. fl. sum enda fólkaskúlan, møta til próvhandanina kl. 17:00.