Posted on

Góðu næmingar, starvsfólk, foreldur og avvarðandi!

Sum tit vita, hava vit havt avbjóðingar við samanbyggingini av tekjunum á nýggja og gamla skúla. Avbjóðingarnar hava elvt til lekar, sum hava órógvað skúlagongdina.  Hetta hevur ført við sær, at leiðsla skúlans tók  avgerð, um at geva næmingunum frí í dag, hósdag 24. oktober og í morgin fríggjadag 25. oktober.

Byggileiðsla, skúlaleiðsla og kommunan hava umrøtt trupulleikan, og er øll arbeiðsorka sett av at loysa og bøta um viðurskiftini.

Hóast arbeitt verður við fullari orku, hevur Fuglafjarðar kommuna, ið varðar av skúlabyggingini, tikið avgerð um at flyta næmingar og  sostatt undirvísingina hjá 7., 8. og 9 flokki í onnur hølir í býnum komandi vikuna.

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið hesa avgerð fyri at tryggja næmingum undirvísing við minst møguligum órógvi. 

Tveir flokkar fáa hølir í Siloa, ein flokkur í Thabor, tveir flokkar í Mentanarhúsinum og ein flokkur fer í komandi býráðshúsið.

Nærri kunning verður løgd út á heimasíðu skúlans í morgin fyrrapart.

Ì morgin fríggjadagin 25. oktober verða hølini gjørd klár, soleiðis at skúlagongd kann byrja sum vanligt mánadagin 28. oktober.

Um somu tíð verður øll orka sett av til at fyrireika skúlan til at taka ímóti næmingunum aftur.

Fuglafjarðar kommuna takkar enn einaferð fyri tykkara vælvilja og tolsemi.

Fuglafjarðar kommuna