Posted on

Frá telduvørðinum

Í sambandi við royndina, sum verður frá 26. til 29. nov, er vanligt, at næmingar hava egna farteldu við. Er onkur, sum ikki kann hava teldu við sjálvur, eiga tey at venda sær til flokslæraran at boða frá tí. Skúlin hevur nakrar teldur at læna næmingum, men ikki nóg nógvar til øll.

Vinarliga syrgið fyri, at teldan er dagførd nakrar dagar frammanundan. Tað verður mælt til at chrome ella firefox browsari eru á telduni, av tí at tað vísir seg, at royndin koyrir best á hesum browsarum.

Næmingar skulu somuleiðis hava egna mús og smátalarar (hoyrilurt) við.