Posted on

Frá bókasavninum

Góðu lánarar hjá Fuglafjarðar Skúlabókasavni.

Nú skúlaárið er um at vera liðugt, fara vit at heita á tykkum um at bera okkum bøkurnar innaftur, sum tit hava lænt.

Um fáar dagar fara vit at senda rykkjarar út, men gott hevði verið, um tit komu við bókunum áðrenn, so tit sluppu undan einum rykkjaraseðli.

Vinaliga

Skúlabókasavnið

Eyðgerð, Jastrid og Pia