Posted on

1. flokkur 2018/2019

Mikudagin 17. januar var innskriving fyri komandi 1. flokk.

18 fitt og spent børn møttu saman við foreldrum og avvarðandi. Børnini skrivaðu seg upp, og fingu eina bók og talvu við stavraðnum.

Dagurin endaði við myndatøku av spentu børnunum.