Posted on

Gamli skúli takast niður.

Góðu foreldur, avvarðandi og næmingar!

So er stundin komin, har 1936 skúlin verður tikin niður. Handverkarar frá Heildarverk og arbeiðsfólk hjá Fuglafjarðar kommunu hava í fjúrtan dagar avmonterað alt innan í bygninginum. Fríggjadagin 6. oktober verða tey fyrstu vindeyguni tikin niður. Í Tí sambandinum verður eitt øki í skúlagarðinum byrgt av við hegni.

Í heystfrítíðini verður byrjað at taka bygningin niður. Ætlanin er, at arbeiðið er liðugt, tá ið næmingarnir koma í skúla eftir heystfrítíðina.

Takk fyri tykkara tolsemi og forstáilsi í sambandi við byggingina og flytanina av næmingunum.

Økið, ið verður avbyrgt frá fríggjadegnum 6. oktober, sæst niðanfyri.