Posted on

Spreinging á skúlaøkinum.

Sum møguliga onkur borgari hevur varnast, varð fyrsta spreinging skotin av í gjár 29. august. Sprongt verður aftur seinnapartin í dag, og verður hetta helst einastu spreingingar, sum verða framdar.  3 minuttir áðrenn sprongt verður, ljóðar eitt ýl sum ávaringartekin. Øll trygdarkrøv verða neyvt fylgd, og vaktarfólk eru rundan um økið, soleiðis at eingin óviðkomandi er á staðnum.