Posted on

Lærari til Fuglafjarðar skúla

Lærarastarv verða lýst leys at seta frá 7. januar 2019:

Søkt verður eftir einum lærara vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum 7. januar 2019 til 27. juni 2019. Starvið er fulla tíð.

Søkt verður eftir lærara, sum

Hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.

Tørvur er á lærara, ið kann undirvísa í:

10.fl. alisfrøði.

7. – 9. fl. alis og evnafrøði.

4.fl. støddfrøði.

8. fl. støddfrøði og enskt.

Um framt verður lærarin flokslærari í 8.fl.

 Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. desember kl 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til [email protected].

Í Fuglafjarðar skúla eru 268 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar.